Liverpool Formation 2013

Liverpool Football Formation

Creation DateJuly 3, 2013

Lineup (4-3-3)

Reina · Kelly · Skrtel · Lescott · Rose · Henderson · Allen · Alberto · Suso · Sterling · Borini · Sturridge · Aspas · Suarez · Coutinho · Gerrard · Lucas · Johnson · Toure · Agger · Enrique · Mignolet

Mín meining, um sterkasta liðið av teimum leikarum, sum í løtuni eru í Liverpool.
Verjan dámar mær væl sum so. Agger skal miniminera teir heilt lítlu feilirnar, og Johnson má blíva betri defensivt, so sær verjan heilt góð út.
Gerrard og Lucas dámar mær eisini sera væl.
Eg eri ótrúliga spentur uppá Aspas - skjótur og sera væl fyri teknist. Coutinho hevur bara at taka av har hann slepti, og Suarez, (sum sær út til at blíva í LFC), sum stendur til at vera vongur, kemur allarhelst at bíta pláss gjøgnum dystirnar við Sturridge, sum teir fyrr hava gjørt. Tað sama, sum við Coutinho, so vóni eg at formurin er hin sami hjá Sturridge.

Tað sær eisini gott út við fólkinum á bonkinum. Tó hevði tað verið gott at fingið ein nýggjan vinstra bakk, sum kann geva Enrique størri kapping enn hvat Robinson megnar (Danny Rose t.d.). Eisini haldi eg, at Coates ikki er nóg góður til at koma at spæla fyri LFC. Tískil haldi eg, at um vit skulu hava nakran kjans at koma í topp 4, so skulu vit hava 4 miðverjuleikarar, har allir kunnu spæla.

Downing, Shelvey, Assaidi, Coates og Spearing skulu eftir mínari meining út. Downing hevur havt 2 ár til at prógva nakað, men eg haldi ikki at hann hevur gjørt tað gott nokk. Shelvey sær út til longu at vera á veg, men eg hevði heldur viljað sæð Allen farið staðin fyri Shelvey. Assaidi hevur gott nokk ikki fingið kjansin, men tað er allarhelst ein góð forkláring uppá tað. Coates er sum sagt ikki nóg góður, og Spearing skal bara seljast, meðan hann er nakað verdiur.

Mkhitaryan haldi eg bara skal keypast, um Suarez verður seldur. Hann spælir á sama plássið sum Coutinho, og tað vildi verið hol í høvdi at sett Coutinho á beinkin eftir hasari super hálva-ár í fjør. Tí haldi eg, at tað vildi verið býtt, at brúkt 25 mió. pund uppá ein leikara, sum ikki spældi á sínum alternativum plássið, og fari og satsa við 25 mió. pundum við honum sum vongur.

Hetta er mín meining - komið enduliga við tykkara :)